Side:Historisk Tidsskrift (Norway), anden Række, fjerde Bind (1884).djvu/235

Denne siden er ikke korrekturlest
231
AUDUN HESTAKORN OG ST. MARGRETE PAA NORDNÆS.


Digtet om Eydun Hestakorn findes ligeledes i begge Reglaktioner samt i en selvstændig Optegnelse af G. Effersø fra 1846 (C). I det følgende ere Digtene trykte efter Aa med de vigtigste Varianter efter Ab, B og C.

Margretu kvæði.

1. Eina veit eg rímuna, | kvødji sum eg kann,
um hana frúnna Margretu, | í Norðnesi brann
2. Eina veit eg rímuna, | eg kvødji sum eg tókti
um hana frúnna Margretu, | hon var kong Eiriks dóttir.1
3. Ótakk havi Eirikur kongur, | hvat hann gjördi nú:
hann læt síni börn við óvinir burt, | dreingir brutu trú.
4. Ótakk havi Eiríkur kongur, | hvat ið hann læt gera:
hann læt sini börn í eyðun burt, | moy-kongur at vera.2
5. Tá ið hon hevdi í kloystri verið | fullar mánadar3 triggjar,
lystir frúnni Margretu | síns faðirs skip at siggja.
6. Hvört tað barn í ríkinum var, | fylgði teirri frúgvu á leið,
og hann sjálvur Eiríkur kongur | niður til strandar reið.1
7. Tað var Eyðun Hestekorn, | frúnna tók í favn;
sleppti henni í sævarflóð | í tað hála tang.
8. Sleppti henni í sævarflóð | í tað hála tang:
har stjól hann tað fingurgull, | ið moygin bar á hand.
9. Nú er blítt at sigla, | byrur blesur í hav,
lögðu síni skipini út | helga Tórsdag.
10. Rókust út í myrkum havi | mánaðirnar tvá:
onga vætta máttu tey | til nökur lond at sjá.
11. Svaraði frúgvin Margreta, | nógv hevði gull til fíggja:4
Lovið burt ölmussu, | so fáum vit land at siggja4
12. Sumar lovaðu eina og tvær, | Margreta lovaði triggjar,
tokan tók at lysa af, | tey fingu land at siggja.
13.5 Væl sitið tit, riddarar og sveinar, | tit hava tykkara gleði mist:
Í tí ríka Tysklandi | har gistu tey fyst.
14. Í tí ríka Tysklandi | innan grøna lund
stjólu Katrina keypmanadóttur | tað hit væna sprund.
15. Svaraði Eyðun Heatakorn, | heldur á brýndum knívi:
Hvor á land skulum vit selja | hætta hit væna vív.
16. Svaraði frúgvin Ingibjörg, | hon var so raðavond:
Vit skulu selja hana | greivanum í Blálondum.
7. Svaraði frúgvin Ingibjörg | ið annað orðið tá:
Vit skulu selja hana greivanum, | tí har spyrst einki frá.
18. Vinda tey upp sini silkisegl, | gull við vovin brann:
strykaðu ei á bunkan niður | fyrr enn við Bláland.6