Side:Ny Hungrvekja.djvu/46

Denne siden er korrekturlest

einstödingskapins tenarar. — Dessi evni verda nu dreitt á ymsum háttum og enda, som væntandi er, stendugt med ljomandi lov yvir danskleikinn.

Hvar sinn, som hevir nokkut skyn á máltilstondum her i landit, er, som væntandi er, feginn, at dat inki er hann, som einn fagr dag leidist vid at ljota döma slik vesal evni. Dat er jau som at gánga kringum i stadinn med hæsti daginn og sannföra fyri folk, at solin er runnin og stendr á himni, og at dei dröyma dessi gamli vardmenn,[1] som enn ropa nottartiminn frá kyrkjustöplum. — Men dat helpr inki. Ovmángi lyda enn á dessi rop og vita difyri inki, hvat dann dyra lidin at sonnu lidr. Difyri lytr einn og kvar, um hans evni eru alt so ring, um hann bert vil verda launad med vantakk, láta höyra frá sig tidt og trátt fyri at minnstu at vekkja folk ur uvitindins roligi legr og fá dei til at tvila og granska um inki til strakst at verda truandi.

Difyri vilja og me freista at gera várt til eitt

  1. wächter.